Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nema savnar seg um vinnukundarnar

NEMA

Hetta merkir, at Nemahandlarnir, sum vit kenna teir í dag, fara í søguna og at vit nú savna alla okkara orku um at tæna tykkum.

Nema savnar seg um vinnukundarnar. Hetta merkir, at Nemahandlarnir, sum vit kenna teir í dag, fara í søguna og at vit nú savna alla okkara orku um at tæna tykkum.
Tá ið Com-Data í 1980 varð stovnað í Klaksvík vórðu lunnar lagdir undir bæði føroysku kt-vinnuna og undir felagið, sum í dag eitur Nema. Kt-skipanir og loysnir til vinnulívið – ikki minst fiskivinnuna – sóu tá dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Hetta virksemið heldur nú fram við einum enn neyvari fokus á vinnuna.Hetta merkir, at vit í komandi viku fara at lata aftur okkara handlar í Saltangará og Klaksvík. 28. februar er sostatt seinasti upplatingardagur.Hóast tað er sorgblítt, so fegnast vit um at vit nú kunnu savna okkum 100% um at veita tænastur til fyritøkur, stovnar og kommunur. Hetta merkir eisini, at handilin í Havn verður umbygdur til framsýningarhøli til vinnukundar.

Væl umboðað í Norðoyggjum
Í Norðoyggjum verður Nema framvegis væl umboðað á Stangavegnum í Klaksvík. Umframt at hava eina goymslu við vanligastu nýtsluvørunum verður deildin mannað við mennarum og ráðgevum innan kt-tænastur og -útgerð, fíggjarstýringsloysnir og support. Á Skálafjørðinum verða kundarnir framhaldandi røktaðir úr deildinum í Klaksvík og Tórshavn. Útkoyringartænastan virkar enn sum áður og vøra verður leverað frá degi til dags.Vit gleða okkum at vísa í verki, at Nema er fyritøkum, stovnum og kommunum ein hollur samstarvsfelagi.