Í vikuni var brúk fyri nýggja sleipibátinum hjá Faroe Agency, at hjálpa til á Norðhavnini í Klaksvík, ísamband við at russiskur trolari skuldi at og farmaskipið, sum á við kei, skuldi liggja uttanfyri trolaran.
Tað vóru teir baðir Karl Erik Reynheim og Puli Einarsson frá Faroe Agency, ið mannaðu sleipibátin.
Norðlýsið fór ein túr umborð at hyggja at bátinum. Eitt sera snotuligt far, skal vera sagt. Teir báðir vóru sera blíðir, Pauli bjóðaði kaffi ímeðan vit bíðaðu eina løtu eftir skiparanum, Karl Erik.
Á dekkinum er tað, sum skal til, fyri at sleipa og trýsta skipini frá og at kaj. Karl Erik Reynheim segði frá, at báturin hevur tveir motorar á 720 HK hvør, ið hava samband við hvør sína skrúvu. Skrúvurnar eru serliga gjørdar at geva bátinum góða trýststyrki og tí er ferðin á bátinum ikki so ógvuslig, hóast ógvusligu maskinorkuna uppá meira enn 1400 HK.
Vanliga ferð vit brúka tá vit sigla ímillum havnir í Føroyum er 9 míl, men um meira ferð krevst, so kunnu vit trýsta bátin upp á 11 ½ míl, men tá verður oljunýtslan ógvuliga stór, so tað er ikki ein.
Karl Erik Reinheim sigur, at Faroe Agency umboðar nógv stór skip sum koma til Føroya og troyta føroyskar havnir. Vit rokna ikki við at tað fer at minka í Frøroyum við vitjandi skipum, bæði fiskiskipum, farmaskipum og ferðamannaskipum. Tá so Faroe Agency frammanundan hevur goldið nógvan pening fyri hjálpiarbeiði at leggja skip at bryggju og fáa skip frá, so gjørdu vit av at byggja okkara egna bát.
Báturin er bygdur í Turkalandi og er um 15 metrar langur og 6 metrar breiður og stingur 2 ½ metur. Hann er útgjørdur við øllum vanligum nautiskum tólum. Gott pláss er til tveir mans manningina á bátinum, vit hava tvær koyggjur, wc og brúsu, og ein lítlan køk í lugarinum, og omandeks er stýrhúsið við salong, her gott pláss er at arbeiða undir taki, á dekkinum hava vit einans tað, sum krevst til at sleipa og trýsta skip við.
Karl Erik Reynheim, sigur annars, at báturin verður liggjandi her helst um vikuskiftið, menn frá Klaksvíkar Sleiðistøð eru við at gera onkrar lítlar broytingar umborð, og tí fara vit til Havnar uttan at hava bátin við. Annars verður tað so, at tá vit ikki vita, hvar báturin skal brúkast næstu ferð, so sigla vit ikki til Havnar bara til stuttleika. Báturin skal røkja okkara áhugamál í Klaksvík Fuglafirði, á Skálafjørðinum í Havn og allastaðni har skipini, sum vit umboða koma, so ”Maria” verður væntandi at síggjast nógvastaðni kring um í landinum.
Tó fara vit neyvan at sigla til Suðuroyar at røkja okkara áhugamál har, tað mugu vit keypa okkum burturúr har suðuri. Men, leggur Karl Erik Reynheim afturat. Vit hava bert ein bát, og hann kann ikki vera allastaðni í senn, so vit fara framvegis at hava brúk fyri øðrum samstarvsfelagum.




