Í vikuskiftinum fær samkoman Saron á Viðareiði vitjan av Svein Petersen, sangbólkinum Kelduni úr Hvalba, o.ø.
Í vikuskiftinum fær samkoman Saron á Viðareiði vitjan av Svein Petersen, sangbólkinum Kelduni úr Hvalba, o.ø.
Svein Petersen hevur í fleiri ár sungið og vitnað á møtum kring landið og eisini uttanlands. Afturat sær hevur hann vælljómandi sangbólkin Keldan, sum hevur manning bæði úr Suðuroynni og norðanfjørðs.
Fríggjakvøldið kl. 21 verður ungdómsmøti har Svein Petersen luttekur við sangi og vitnisburði.
Leygarkvøldið kl. 20 og sunnnudagin kl. 17 verða sangløtur, har Svein Petersen og sangbólkurin Keldan luttaka við sangi og vitnisburði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Samkoman Saron á Viðareiði




