Á Tofum kemur tað óvæntað á, at toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson nú hevur gjørt sáttmála við AB.
Venjari hjá B68 er Jógvan Martin Olsen og hann sigur soleiðis:
– Eg hevði ikki sæð hatta komið. Vit hildu okkum hava eina innanhýsis avtalu við Jóan Símun um at fór hann ikki uttanlands, so skuldi hann siga okkum frá, so at vit kundu fara í samráðingar. Hann vandi við okkum í gjárkvøldið, men longu tá eg kom heim frá venjing, so stóð tað í miðlunum, at hann var farin til AB, sigur Jógvan Martin Olsen við nordlysid.fo.
Mynd: ab.fo




