Tað er ótrúliga langt síðani, at størru útróðrarbátarnir hava fingið ein slíkan dag sum ídag. Líðhamar kom í morgun við áleið 10.000 pundum, Bragd við 15.000 pundum og Kallanes við 16.000 pundum.
Veðrið hevur verið gott hjá bátunum, og slagið ikki minni gott, meginparturin er stórur og góður toskur og nakað av hýsu hava teir eisini.
Ikki var sørt at menn høvdu frætt um góða fongin hjá bátunum ídag, og tað sást eisini á uppmøtingini á kajini. Tað er altíð hugaligt tá útróðrarbátunum gongst væl.
Vit fáa ikki neyvu vektirnar fyrr enn mánadagin, tí í kvøld verður fiskurin settur á goymslu og seldur mánadagin.
Veðrið er framvegis gott, men hann sigur nakað av vindi í annaðkvøld, so menn drógu á bæði, um teir skuldu fara avstað aftur í nátt.




