Stórur møguleiki er fyri, at Rodrigo Silva verður aftur at síggja til KÍ venjing innan eina viku.
Stórur møguleiki er fyri, at Rodrigo Silva verður aftur at síggja til KÍ venjing innan eina viku.
Norðlýsið veit frá fleiri væl vitandi keldum í dag, at samband er millum Rodrigo Silva úr Brasil og KÍ. Samband hevur eisini verið millum AB og Rodrigo, men tað verður av ongum, nú Jóan Símun Edmundsson er farin til AB. Rodrigo spældi sum álopsleikari við KÍ í 2008, tá hann skoraði 11 mál í 23 landskappingar dystum. Talan var tá um ein av tekniskt bestu leikarunum, ið hava spælt í Føroyum. Og hann hevur ikki dult fyri, at hann gjarna kemur aftur til KÍ.Tað segði hann við Norðlýsið í fjør summar.
Sum skilst verður talan í fyrstu atløgu um royndarvenjing fyri 31 ára gamla álopsleikarin, sum eisini spældi væl við útgangsstøði í vinstru síðu. Flytingargluggin letur aftur 10. mars, so KÍ hevur góða tíð at síggja, hvussu hann er fyri, tí tað er eingin trygd fyri, at hann er eins væl fyri sum fyri 6 árum síðani. KÍ hevur ikki so nógvar aðrar møguleikar til álopsplássið enn Páll A. Klettskarð í løtuni. Tá hann so hevur ein skaða at dragast við, so tykist tað hava skumpa upp undir, at KÍ er farið at leita eftir møguleikum.
Sum skilst er endaliga støðan ikki tikin enn, um KÍ skal taka hann til royndarvenjing. Men ein avgerð fyriliggur heilt skjótt og alt bendur á, at hann kemur aftur til Klaksvíkar helst longu í komandi viku til royndarvenjing.
Niðanfyri er brot frá 2008, tá Rodrigo gjørdi um seg í bláa búnanum. Dysturin er móti Víkingi, har Rodrigo skorar 2 mál. Tað fyrra sæst á 1.08 og seinna á 1.45. Portalurin eigur upptøkuna.




