Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi KÍ leikarar avgjørdu

Jákup Ósá

Bæði hjá EB/Streymi og Víkingi vóru tað fyrrverandi KÍ leikarar, sum skoraðu avgerandi málini.

Bæði hjá EB/Streymi og Víkingi vóru tað fyrrverandi KÍ leikarar, sum skoraðu avgerandi málini, tá teir lið leiktu venjingardystir leygardagin.

Víkingur vann

Í Sarpugerði spældu Víkingur og B68. Bara eina málið kom í dystinum. Tað skoraði Filip Djordjevic eftir eina umstilling. Hetta var fyrsti dysturin hjá Víkingi í longri tíð og fyrsti dysturin hjá Halli Hansson í Víkingi. Hann spældi sum tann fremsti á sentrala trý mans miðvøllinum.

Víkingur byrjaði soleiðis: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Súni Olsen, Heðin Hansen, Hallur Hansson – Hans Jørgen Djurhuus, Finnur Justinussen, Filip Djordjevic.

B68 byrjaði soleiðis: Ragnar Lindholm – Niclas Poulsen, Ari Johannesen, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen – Ovi Brim, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Jonleif Højgaard

EB/Streymur vann

Við Margáir spældu EB/Streymur og NSÍ. EB/Streymur vann 1-0. Málið skeyt Niels Pauli Danielsen. EB/Streymur byrjaði soleiðis: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Gunnar Zachariassen.