Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hummarasøla & Opið Hús

Dávur Winther

Gamla Seglhúsinum hevði Torra-leygardagin opið hús og beyð uppá sera væl smakkandi heimagjørda hummarasuppu, har kendi kokkurin, Jákup Ziskason, hevði gjørt sær rættiligan óman, at røra serliga væl í grýtuni – ikki tí, tað ger hann altíð; men súpanin smakkaði serliga væl hesaferð. Kanska var tað veðrið og mongu fólkini og ikki minst sprelllivandini hummararnir niðanfyri Gamla Seglhúsið, sum gjørdu sítt til, at so var.

Kendi hummarafiskarin Steintór, sum fiskar á Funningsfirði, seldi livandi jomfrúhummarar, taskukrabbar og jákupsskeljar niðanfyri Gamla Seglhúsið. Hann lat væl at støddini, og segði frá, at hann hevði lisið onkra staðni at hummari við Føroyar ikki kundi bíva størri enn 24 cm – mált frá høvdinum og aftur á halafinnuna. Men hesar hevði hann fingið fleiri av eisini nakrar, sum hann hevði mált til 25 cm.

Tað sigst at hummari veksur í mesta lagi tveir cm um árið. Tí eru teir størstu kanska eini 12 – 14 ára gamlir.

Nógv varð keypt av hummarum og skeljadjórum og nógvar vóru uppskriftirnar, ið blivu umrøddar fyri øllum handans mátum at hagreiða og borðreiða uppá.

Í fundarhølinum í kjallaranum í Gamla Seglhúsinum hevði Kristian Eliasen, ið siglur sum maskinmeistari við Norðborg, sett eitt av modellumskipum sínum. Hetta var gamla Norðborg, sum er sera hegnisliga frágingin. Eisini var ein filmur á vegginum av arbeiðnum at gera bátin og myndir frá tí røttu Norðborg, sum modellið er gjørt eftir.

Jú, Gamla Seglhúsið kom rættiliga til sín rætt – júst sum í gomlum døgum við hópin av fólki, bæði uttanfyri og inni. Eisini dugir vertsparið, Jastrid og Símun Gullaksen so frágera væl at vera blíð og siga frá. Gamla Seglhúsið osar av søgu og nýggi búnin, húsið er lætið í, hóskar væl søguliga umhvørvinum.

Harleyfacadeacryl