Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívsins Kelda

Jóhannes M. Olsen

Á veg til høvðisstaðin nú um dagarnar í bili, sum so mangan áður, lá leiðin suðureftir eystaru síðu á Streymoyarlandinum, haðani útsýni er gott yvir á vestursíðuna á Eysturoynni, sum áður kundi hugtaka ein fyri mongu størru áðirnar íð streymaðu niðureftir fjallasíðuni, men nú eru áðirnar turrlagdar.

Á veg til høvðisstaðin nú um dagarnar í bili, sum so mangan áður, lá leiðin suðureftir eystaru síðu á Streymoyarlandinum, haðani útsýni er gott yvir á vestursíðuna á Eysturoynni, sum áður kundi hugtaka ein fyri mongu størru áðirnar íð streymaðu niðureftir fjallasíðuni, men nú eru áðirnar turrlagdar.

Høvðisorsøkin er fyrst og fremst, at sambandið við upprunan, keldunar er avskorið við tí úrslitið, at áðirnar eru á at lítað eins og upptornaðar og deyðar. Ein kann vera keddur ella líkaglaður yvir tað sum hent er, tað viðkemur ikki hesum reglum.

Kann minnast fyrstu túrarnar til sjós millum lond, hvussu menn um dagarnar fóru aftur á hekkuna, har logglínan hekk og snurraði, og segði frá, hvussi nógvir fjórðingar vóru silgdir frá ella til lands. hendingin umborð hevur av og á komi fram fyri ein.

Umrøddi koyritúrur fekk meg so óvænta, at hugsa um tá sambandi við lívskelduna verður avkvett. Tá er tað naknið verðunleikin deyðin vit standa andlit til andlits við. Ein verðunleiki sum heilt og fult er staðfestur ígjøgnum søgu mannaættina. Sagt hevur verið, at fyri hvørt pulsslag flytir onkur frá jørðini-. Fyri megið deyðans má alt og øll boyggja seg, ongin er so sterkur at hann yvirvinnur deyðan, onki lív so langt at hann ikki til seinast setur greinsuna. Soleiðis er tað í mannalívinum, soleiðis er tað í djóra og plantilívinum.

Rættnokk er vitanin komin langt tá íð umræður at finna deyðans orsøkir. Tað eigur at verða sagt til rós og takk til øll, menn og kvinnur, fyri ótroyttuligt áræði og virksemið á hesum øki uppígjøgnum tíðirnar. Men tá umræður, at avskaffa deyðan hevur allur vitinskapur til dato víst seg at hava verið maktarleysur. Orðatakið um, at tað grør ongin vøkstur, planta, á jørð í móti deyða, tykist halda enn.

Nú man er við evnið, vil spurningurin koma, hvat er tað egentliga at doyggja? Ført hevur verið fram, at deyðin hevur lært menniskjan at spyrja, sum er bæði vist og satt. Men enn hevur ongin kunna givið nøktandi svar uppá spurningin, bert økt um fleiri av slagnum.

Erligar,reiðuligar og ágangandi royndir eru gjørdar gjøgnum tíðirnar, men úrslitið eru nýggjir spurningar. Og vit skullu ikki undrast yvir tað.

Vit hava lítið fyri ikki at siga ongi orð ella frágreiðing frá teimum sum hava uppliva deyðan, sjálvt ikki frá teimum Bíblian sigur frá, sum eftir deyðan eru vend aftur til lívið á jørð, ikki eingong Jesus hevur opinbera nakað um síni upplivilsi í deyðanum, sjálvt um hann var saman við sínum fírati dagar eftri uppreisn sína, hvussi skullu vit tá makta at greiða frá spurninginum hvat deyðin egentliga er.

Nokk er tað meint sum ein beróligandi frágreiðing, at deyðin er lívsins endið, men egentliga eru vit við hesum svari komin líka langt, tí hvat vita vit væl um lívið? Hóðast mangt og hvat er framborið um lívið, eru vit nærmast líka langt. Betri gongur tað ikki menniskjanum um tað skal greiða frá lívsins uppruna. Tað var nokk tann tíð, tá íð vísindin av fullum alvor vildi læra okkum, at lív kom av lívleysum. Henda læran sær út til at verða afturútsilgd, og nú tykist uppfatanin hjá teim lærdu monnum at vera, íhvørfall inntil víðari, at alt lív hevur sín uppruna, hjá nøkrum sum sjálvt hevur lív.

Her er tað Guð, í síni náði við orðinum kemur okkum menniskjum á møtið, og gevur fullkomna svarið, við einklum og klárum orðum lærir Bíblian okkum at kenna bæði lívsins og deyðans uppruna. Vit fáa at vita, at Guð sjálvur er lívsins kelda:”Hann hevur lív í sjálvum sær.” (Jóhs.5,26) sigur Jesus um sín Himmalska faðir. Í fyrra sáttmálanum sigur sálmaskaldi við Guð:” Hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi var skoðum ljós.” Hervið hava vit tá fyngi at vita, at lívið avhongur av Guði eins og áðinar gera tað av kelduni, sum uppruna. Og líka vist sum áðin tornar upp tá íð sambandi við kelduna verður avbrotið, vil lív okkara útturkast tá íð sambandi við Guð verður avbrotið.

Jóhannes M. Olsen

Harleyfacadeacryl