Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Selt fyri á leið kvart millión hetta vikuskiftið

Oliver Joensen

 Dagurin ídag, royndist eisini væl hjá Kallanes. Teir leggja júst veiðuna upp og Eyðólvur Vang, skipari sigur, at teir hava um 9000 pund av góðum stórum toski. Hetta hevur verið eitt sera gott vikuskiftið hjá Kallanes. Leygardagin avreiddu  teir 17.700 pund, sunnudagin 8.300 pund og ídag gott 9.000 pund. Prísurin er góður, teir rokna sær einar 14 krónur í meðal fyri hesar tríggjar túrarnar, so samanlagt fer at nærkast kvart millión fyri hetta vikuskiftið. Spurdur, nær teir seinast hava gjørt eitt so gott vikuskiftið, sigur Eyðólvur Vang, at um hesa tíðina í fjør gjørdi Kallanes eisini eitt gott vikuskiftið. Kallanes hevur roynt á várleiðini norðanfyri hetta vikuskiftið.