Úrslitið fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Fyri fjórða ársfjórðing 2013 var úrslitið fyri skatt 174 milliónir krónur og 138 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, meðan felagið framvegis missir pening av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.
Úrslitið fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Fyri fjórða ársfjórðing 2013 var úrslitið fyri skatt 174 milliónir krónur og 138 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, meðan felagið framvegis missir pening av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
”zFjórði ársfjórðingur var góður hjá okkum. Úrslitið er tó merkt av, at tøkan av laksi í Fuglafirði varð framskundað, tá ið amøbur vórðu funnar. Marknaðurin var kortini við okkum. Eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og hetta sæst aftur í laksaprísunum. Sølusáttmálar fyri lidnar vørur viðførdu tap. Staðfestingin av fyrst amøbum og síðan ILA virus er enn ein ámining um, at tað gongur upp og niður í alivinnuni. Hetta mugu vit, sum reka vinnuna, eins og tey, sum skipa karmarnar fyri vinnuna, minnast til.”
Bakkafrost seldi 11.097 tons av laksi í fjórða ársfjóringi í alt, og fyri alt 2013 seldi felagið 41.268 tons av laksi. Hetta er nakað minni enn í 2012, tá ið Bakkafrost seldi 44.341 tons.
Úrslitið frá primerum rakstri í fjórða ársfjórðingi hjá alideildini var 130 milliónir krónur í mun til 84 milliónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er góði marknaðarprísurin.
Liðugvørudeildin hevði eitt undirskot frá primerum rakstri á 6 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi móti einum vinningi á 11 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2012. Orsøkin til laka úrslitið er, at laksaprísurin (rávøruprísurin) hevur verið høgur í ársfjórðinginum, samstundis sum avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur vóru á einum lægri støði. Arbeitt verður nú í tveimum skiftum bæði í Fuglafirði og á Glyvurm. 230 starvsfólk taka sær av framleiðsluni av liðugvørum, og stórar íløgur eru fyri framman fyri m.a. at tryggja framhaldandi gott kappingarføri.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 15 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi 2013 í mun til 12 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Felagið tók ímóti meira rávøru til framleiðslu av lýsi og mjøli, sum eru høvuðsrávørurnar, tá ið tú skalt framleiða dygdar gott laksafóður. Bakkafrost og Havsbrún leggja stóran dent á, at fóðrið til laksin hevur høgt innihald av rávøru úr havinum, hetta er týðandi liður í góðu dygdini á føroyska laksinum.
Við ársenda 2013 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 678 milliónir krónur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 684 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 53%. Grundað á góða úrslitið og góðu útlitini hevur nevndin skotið upp at gjalda vinningsbýti á 4,50 krónur fyri hvørt partabrævið til partaeigararnar.
ÚTLIT
Marknaðurin
Marknaðarútlitini fyri laks eru góð. Eftirspurningurin eftir laksi er stórur, og vøksturin í útboðnum er ikki eins stórur. Sambært marknaðarmetingum verður mett, at útboðið økist við um 4-6% í 2014 og einans 1% í 2015. Kanningar vísa, at um útboðið veksur við 6-8% frá einum ári til tað næsta, verður prísurin stórt sæð óbroyttur. Er útboðshækkingin lægri enn 6-8%, hækkar prísurin, og hækkar útboðið meiri enn 6-8%, lækkar prísurin samanborið við árið fyri. Miðal laksaprísurin í 2013 var 39,07 norskrar krónur fyri kilo.
Søluavtalur verða vanliga gjørdar fyri seks til tólv mánaða tíðarskeið fyri tær virðisøktu vørurnar, sum Bakkafrost framleiðir. Hetta tryggjar felagnum støðugari prísir. Søla, svarandi til 70% av framleiðsluorkuni fyri 2014, er avtalað. Søluprísurin fyri hesar vørur er á eini hægri príslegu enn í 2013.
Aling
Bakkafrost væntar at taka umleið 45.000 – 48.000 tons í 2014.
Bakkafrost byggir nýggja smoltstøð á Norðtoftum fyri 53 milliónir krónur, henda verður ætlandi liðug nú til várs. Ætlandi verður farið undir framleiðslu móti sumri.
Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at einari ávísari óvissu m.a. tí lívfrøðiligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongdin í Føroyum góð. Men av tí at amøbanparamoeba peruransog ILA virus er ávíst í alingini í Føroyum, mugu vit staðfesta, at lívfrøðiligi vágin er øktur. Myndugleikarnir, Bakkafrost og alifyritøkurnar sum heild í Føroyum eru væl fyri við dugnaligum starvsfólkum og útgerð at minka um henda váðan. Arbeitt verður áhaldandi at tryggja eina burðardygga alivinnu. Seinastu árini eru mannagongdir mentar, eins og serútgerð er fingin til vega fyri at minka um lívfrøðiliga váðan.
Laksafóður, mjøl og lýsi
Føroyski marknaðurin er tann týdningarmiklasti hjá Havsbrún, sum framleiðir laksafóður, fiskamjøl og lýsi. Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður umleið 83.000 – 87.000 tons í 2014.
Fiskamjøl og lýsi eru týdningarmestu rávørurnar í laksafóðrinum. Fóðrið verður virkað víðari til heilsugóðan laks og síðani til hávirðisøktar vørur til endabrúkarar um allan heimin. Framleiðslan av mjøl og lýsi er avmarkað av tilgongdini av rávøru. Við øktari føroyskari kvotu av svartkjafti og bygging av uppsjóarvirki í Fuglafirði meta vit, at rávørustøðan hjá Havsbrún verður betri. Svartkjaftur, eins og avskurður frá uppisjóvarvirkjum, hóska sera væl til framleiðslu av fiskamjøli og lýsi. Henda rávøran er ein av lyklunum, so føroyingar kunna selja laks til væl gjaldandi laksamarknaðir m.a. í USA og Fjareystri. Í tann mun Havsbrún ikki fær keypt fisk til framleiðslu av fiskamjøli og lýsi, fer felagið at innflyta hesar rávørur ístaðin.
Íløgur
Bakkafrost almannakunngjørdi eina 5 ára íløguætlan í juli 2013. Felagið væntar at gera íløgur fyri slaka 1,1 mia., harav ein stórur partur verður frá føroyskum veitarum. Nýggjur brunnbátur verður í løtuni bygdur í Turkalandi, hesin verður 3.000 m3og tekur 450 tons av livandi fiski. Báturin verður latin Bakkafrost á sumri 2015. Íløgur verða gjørdar í øll lið í virðisketuni hjá samtakinum. Íløgurnar skula tryggja framhaldandi besta kappingarføri, samstundis sum tilbúgvingin verður betrað.
Fíggjarliga støðan
Góða støðan á laksamarknaðinum og ein munadygg framleiðsla fara væntandi at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá felagnum. Stórur eginpeningur í mun til samlaðu ognirnar hjá felagnum saman við góðari fígging gera, at Bakkafrost er sera væl fyri fíggjarliga til at gjøgnumføra tær stóru íløgurnar, sum eru fyri framman. Hetta er ein fortreyt fyri egnum vøkstri og møguligum uppkeypum. Tó verður øktur skattur, sum ikki er í mun til fíggjarligu gongdina hjá felagum, mettur sum ein øktur váði í mun til ætlaðar íløgur og vakstrarætlanir.




