Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiparin á Slættaberg: Kundi verið stórur fólkaskaði

Jákup Ósá

Leon Petersen sigur, at hevði Slættaberg rent á Fiskaklett, so kundi verið stórur fólkaskaði.

Av tekniskum orsøkum hevði skiparin á Slættaberg ikki nógv at gera uttan at bjarga støðuni sum frægast, tá teir fóru frá bryggju í dag.

Leon Petersen er skipari á Slættaberg. Hann greiðir frá, at tekniskt brek viðførdi, at skipið ikki vildi tað sum hann vildi og ístaðin bara hevði framferð. Hann greiðir soleiðis frá støðuni, tá Slættaberg rendi á Ågot í dag.

– Fiskaklettur lá frammanfyri og landaði og har var nógv fólk umborð. Eg royndi so bara at sleppa frá honum, tí so kundi verið stórur fólkaskaði. Men vit kláraðu ikki at draga frá Ågot og so vónaðu vit bara, at eingin var umborð. Tað fyrsta ein hugsar er, at eingin fólkaskaði er. Eftir tað hava vit bara roynt at ligið og hjálpt til, so at so lítið av sjógvi sum møguligt sleppur til Ågot. ”Gronin” hjá okkum tekur í botn og Ågot hongur á kúlu stevninum. Í løtuni sita partarnir saman og viðgera, hvat nú skal gerast, segði Leon Petersen við KVF kl. 18.00.

nordlysid.fo fylgir hendingini gjøgnum kvøldið.

Myndarøð 1

Myndarøð 2

Myndarøð 3

Myndarøð 4