Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølumarknað og tunnilsdag

John William Joensen

Á fundi í Handilssamtakinum í morgun var lagt upp til ein spennandi tunnilsdag 7. mars. Eisini var eitt ynski frá handlunum at fáa eitt sølutorg í býnum, sum ávísar dagar í vikuni kundi bjóða fram feskar matvørur, eitt nú ymiskar fiska úrdráttir

Handilsamtakið er eitt óformelt átak har handilsfólk o.o. hittast til morgunkaffi og tosa um felags átøk.

Tað er ikki nakar limaskapur og tað stendur øllum frítt at luttaka á fundi og í átøkum.

Í morgun hevði Norðoya Sparikassi eina framløgu um eitt søluskeið, sum skipað verður fyri í næstum og síðani var tosað um Torradagarnar og handlarnir vóru sum heild væl nøgdir við leygardagin har opið var til kl. 17. Tosað var um komandi tunnilsdag har avgjørt var at gera nógv burtur úr sum meira verður at frætta um í Tunnilsblaðnum sum verður borið í hvørt hús í komandi viku. Seinasta freist at koma við tilfarið er fríggjadagin. Eisini umrøddu handlarnir Norðoyastevnuna sum verður mánaðarskiftið mai – juni.