Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slættaberg stendur miðskips

Oliver Joensen

 Ikki er serliga djúpt har Slættaberg liggur í løtuni. Sagt verður, at skipið stendur miðskips. Har frammi, sum kúlan stingur inn í Ågot, er Slættaberg leysur frá botninum og eisini aftan, men miðskips stendur skipið á botninum. Aftan hevur skipið nóg mikið av sjógvi undir sær, so tað skuldi gingið væl at fingið Slættaberg leysan.

Sum skilst, so hevur Slættaberg nógv vatn í RSV tangunum, sum teir fyltu áðrenn teir skuldu til fiskiskap, og tí eru góðir møguleikar at lætta um skipið og fáa tað leyst, tá Slættaberg aftur skal bakka seg burturúr samanstoytinum við Ågot.

Men, sum Tormund Johannesen, ráðgevandi skipsverkfrøðingur sigur, so verður farið varðliga fram. Sildapumpan hjá Slættaberg er framvegis umborð á Ågot, og hon er til at taka, tá Slættanberg fer at royna at koma leysur, soleiðis at verður lekin umborð á Ågot ógvusligur, so er hendan til at taka.

Harleywoodpaint