Klakkur kom á fiskileið seinast í síðstu viku.
Fram til 11. februar høvdu føroysku skipini fiskað tilsamans 392 tons. Nú fram til 26. februar eru 1249,6 tons fiskað á Flemish Kap. Trolarin Brestir hevur fiskað størstu nøgdina. 442,7 tons hevur hann fiskað. Eingin annar bátur var komin uppum 200 tons. Nýggi Klakkur, sum er sín fyrsta túr, var tann seinasti á fiskileið av núverandi skipum, sum royna á leiðini. Hann byrjaði fiskiskap seinast í síðstu viku og hevði á midnátt fiskað 62,4 tons í rundari vekt.
Les eisini: 392 tons fiskað á Flemish Kap
Sambært Vørn, so høvdu ymisku skipini hesar nøgdirnar í rundari vekt:
Brestir 442,7 tons
Kambur 117,8 tons
Klakkur 62,4 tons
Phoenix 109,3 tons
Sjagaklettur 196,9 tons
Váðasteinur 134,9 tons
Vesturleiki 185,6 tons
Tilsamans 1249,6 tons




