Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framgongd hjá Vodafone

John William Joensen

Vodafone betrar um ársúrslitið við 3,5 milliónum. Orsøkin er tillagingar, effektiviseringar og meirsøla. Leiðslan er væl nøgd, og nú verður farið undir at gera enn fleiri nýíløgur

Vodafone betrar um árrslitið við 3,5 milliónum. Orsøkin er tillagingar,effektiviseringar og meirsøla. Leiðslan er væl nøgd, og verður fariðundir at gera enn fleiri nýíløgur

Tað hevur eydnast okkum at skapa størri yvirskot, aftur í ár. Tað eri eg ótrúliga væl nøgd við.

Tað sigur Gudny Langgard, stjóri í Vodafone, ið nú almannakunnger roknskapin fyri 2013.

Úrslitið áðrenn fíggjarpostar og skatt er eitt avlop á 8,8 mió. kr. Tað eru 3,5 mio. kr. betri enn ári fyri, tá hædd verður tikið fyri ekstraordinerum viðurskiftum á 3,2 mio. kr. í 2012.

Øll starvsfólkini hava verið við til betra um ársúrslitið við at gera raksturin effektivari og økja um søluna. Teirra partur hevur ikki ligið eftir, og vit ætla at halda kósina í 2014, sigur Gudny Langgaard.

Fyri Vodafone er avgerandi, at kundarnir fáa nútímans tænastur. Hetta til fyrimuns fyri kappingar-støðu okkara og til gleði fyri kundarnar, sigur Gudny Langgaard.

LES MEIRA HER

Harleywoodpaint