Undir orðaskifinum í lløgtinginum kom fram at nøkur vilja varðveita gjaldstøðirnar í Norðoya- og Vágatunnlinum at fíggja eitt stórt og sterkt tunnilsfelag, sum skal takað sær av at byggja framtíðartunnlar í Føroyum. Hetta merkir at hóast flestu føroyingar ferðast frítt á landssvegunum, brún og tunlum skulu norðoyingar og Vágafólk, sum ikki hava aðrar møguleikar enn at koyra gjøgnum gjaldstøðirnar framvegis rinda eftir at lánini eru niðurgoldin.

– At vit sum pensjónistar i norðoyggjum skulu vera tvungin at rinda til eina farleið til suðurøkið beinleiðis av okkara pensjón umframt tað sum vit sjálvandi rinda gjøgnum skattin, er at gera stóran mismun á pensjónistum her í landinum. Tí tað er sera lítið sum pensjónistar í Suðurstreymi, Sandoynni og Suðuroynni hava rinda í bummgjaldi til Norðoyatunnilin, út yvir tað sum tey og vit øll sjálvandi hava rinda til verkætlanina gjøgnum skattin.
– Vitbæði hava rinda tunnilsgjøld á hvørjum árið og hava seinastu 10 árini rindað kr. 100.000 til undirsjóvartunnlarnar báðar, søgdu tveir pensjónistar sum hava sent Norðlýsinum eitt áhugavert kontoyvirlit, men sum tó ikki ynsktu at leggja navn til.