Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ, HB og EB/Streymur mangla sín álopsleikara

Jákup Ósá

Fleiri profilar í Effodeildini eru ivasamir til kappingarbyrjan vegna skaðar. Serliga HB er í løtuni hart rakt av skaðum.

Arnbjørn Hansen

Tá B36 og EB/Streymur spældu venjingardyst í Gundadali hóskvøldið, var eingin Arnbjørn Hansen á liðnum. Hann er blivin skaddur og hetta kvøldið væntaðu teir í sundalagnum ikki, at hann spældi aftur fyrr enn fyrst í apríl. Álopsspælið hjá EB/Streymi eigur tó at hava góðar møguleikar at klára seg uttan Arnbjørn, tí framvegis eru Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen og Gunnar Zachariassen at taka av til tey fremstu plássini. Hjá EB/Streymi eru Brian Olsen og Arnar Dam eisini uttanfyri í løtuni við skaðum.

Páll A. Klettskarð

KÍ toppskjúttin hevur sitið uttanfyri í fleiri vikur við skaða í fótinum. Hann vandi einaferð áðrenn Klaksvíkskappingina og royndi at spæla í Klaksvíkskappingini, men skaðin spøkti aftur. Sum skilst er framvegis ikki heilt greitt, hvussu umfatandi skaðin er. Men tað má metast sum ivasamt, um Páll verður førur fyri at byrja inn longu fyrsta landskappingardyst í Fuglafirði um tvær vikur. Hjá KÍ situr Henry Heinesen framvegis uttanfyri við skaða og er neyvan tøkur tey fyrstu umførini.

HB álops trio’in

Í løtuni er eingin av sterkastu HB álops trio’ini í 2013 tøkur. Tá verður hugsað um kantarnar Símun Samuelsen og Christian Mouritsen og álopsleikaran Andrew av Fløtum. Tá hesir eru frískir, so er neyvan nakað ivamál um, at hesir manna tey trý fremstu plássini á HB liðnum, hóast kappingin um plássini er hørð í hópinun. Símun Samuelsen er tann sum helst er longst frá at vera klárur. Hann hevur enn ikki verið at sæð til nakran venjingardyst, og tá HB vandi síðst í vikuni var sagt, at tað framvegis gongur ein tíð, áðrenn hann venur við fullari ferð. Tí er hann neyvan við HB liðnum tey fyrstu umførini, tí uppvenjingin við dystum v.m. tekur helst nakrar vikur eftir so drúgvan skaða. Hjá Christian Mouritsen hevur støðan verið eitt sindur óstøðug. Hann hevur spælt onkran venjingardyst, men hevur ikki vant seinastu tíðina og hann spældi ikki í Klaksvíkskappingini. Í HB verður sagt, at hann mest sannlíkt byrjar venjingina aftur í komandi viku. Andrew av Fløtum bleiv skaddur í Klaksvíkskappingini. Tað sá ikki út til at vera so álvarsamt, men hann hevur ikki vant við fullari ferð síðani og er framvegis darvaður av skaða. Tað er óvist, nær Andrew fær vant aftur. Hjá HB er Alex dos Santos um at vera heilt klárur. Hann væntast at byrja at venja við fullari ferð í komandi viku.