Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 og EB/Streymur vunnu

Jákup Ósá

Venjingardystir: Leygardagin vóru venjingardystir á Skála og í Streymnesi.

Í Streymnesi tók EB/Streymur móti AB. EB/Streymur vann dystin 3-2. Málskjúttar fyri EB/Streym vóru Niels Pauli Danielsen (2) og Gunnar Zachariassen. Christian í Garði og Jobin Drangastein skoraðu hjá AB.

Á Skála spældu uppflytararnir Skála og B68. B68 vann dystin 1-0 og einsamalla málið skoraði Jann Ingi Petersen. Hóskvøldið spældu 07Vestur og ÍF dyst í Sandavági. ÍF vann 7-2. Clayton Soares(2), Kristoffur Jakobsen (2), Dánjal á Lakjuni, Ari Ellingsgaard og Bogi R. Petersen skoraðu málini hjá ÍF. Okkum vitandi vóru ikki aðrir venjingardystir spældir hetta vikuskiftið.

Harleyfacadeacryl