Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hægri Handilssprógv 1 ár (HH1 2014-15) – Nýtt útbúgvingartilboð

Tíðindaskriv

Á Føroya Handilsskúla verður skúlaárið 2014-2015 møguligt at taka eitt ára Hægri Handilssprógv.

Á Føroya Handilsskúla verður skúlaárið 2014-2015 møguligt at taka eitt ára Hægri Handilssprógv.


Hetta er ein viðkomandi útbúgving fyri øll tey mongu, sum hava áhuga fyri samfelagsligum viðurskiftum, fyri búskaparligum viðurskiftum, fyri mál og mentan – og sum fegin vilja vita hvussu lógar- og regluverk okkara virkar, og sum fegin vilja seta støðu Føroya í altjóða høpi.

Hægri Handilssprógv er ein óguliga góða barlast, um tú ætlar at fara undir hægri lestur innan til dømis búskap, løgfrøði, samfelagsfrøði, marknaðarføring ella leiðslu. Og tú hevur møguleikan at taka hesa útbúgving í Føroyum.

Eisini tey, sum ynskja sær førleikar at fara undir at stovna egið virki, ella sum miða eftir at arbeiða vinnuliga hava stóra nyttu av hesum útbúgvingartilboð, og so sjálvandi tey mongu, sum kundu hugsað sær at seta eina nýggja kós.

Minsta krav fyri upptøku er ein gymnasial miðnámsútbúgving.

Útbúgvingin tekur eitt ár. Hon byrjar í august 2014 og endar við próvtøku í mai-juni 2015. Umsóknarfreistin er 15. mars 2014.

Tann, ið hevur lokið aðra gymnasiala útbúgving og skúlin metir umsøkjaran at vera føran fyri at gjøgnumføra útbúgvingina, kann verða tikin inn á útbúgvingina.

Av royndum kunnu vit siga, at tey sum hava nomið sær Hægri Handilssprógv á henda hátt eru væl fyri, tá um ræðður at fara undir hægri lestur, ella at finna sær eina yrkisleið, bæði á tí almenna og á tí privata arbeiðsmarknaðinum.

Hvør næmingur hevur 6 lærugreinir, herav tvær vallærugreinir.

Føroya Handilsskúli