Hesafer er tað ikki hiplingurin, men skarvarnir ein skal hyggja at. Orsøkin er, at Abraham Mikladal gjørdi meg varugan við, alt fyri eitt, myndirnar av hiplinginum komu út, at viðmerking mín um skarvarnar ikki var heilt sum hon átti, tí bæði hannurin og honskarvurin hava topp í bútíðini. Eg skrivaði nevniliga at hannurin hevði topp í bútíðini.
Jógvan á Nesi, Jógvan Joensen, ringdi eisini, hann hevði eina forvitnisliga upplýsing, tí Jógvan sigur, at um tú hyggur væl eftir myndini av skarvinum, ið situr við sjóvarmálan, so sært tú at hann hevur “hvítar” føtur. Sjálvur havi eg ikki sæð tað áður, segði Jógvan, men hatta er eftir tí eg havi fingið at vita, ein ungi frá í fjør og hann verður kallaður “Skóleysiskarvur”




