Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Høgni Olsen er næsti persónurin í táttinum \’\’Klaksvíkingar tippa um Effodeildina\’\’, sum koyrir hvørt kvøld á nordlysid.fo fram til \’\’kick off\’\’ 15. mars.
Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Høgni Olsen er næsti persónurin í táttinum ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”, sum koyrir hvørt kvøld á nordlysid.fo fram til ”kick off” 15. mars.
Høgni Olsen væntar, at av teimum fremstu 4 liðunum í fjør, so síggja vit bara HB har í ár. Høgni tippar soleiðis:
FM vinnari: Víkingur
Nummar 2: HB
Nummar 3: EB/Streymur
Nummar 4: KÍ
Niðurflytari: NSÍ
Niðurflytari: B68
Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)
Ársins leikari í Effodeildini: Súni Olsen (Víkingur)
Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Tróndur Jensen (HB)
Besta ”keypið” í Effodeildini: Hallur Hansson (Víkingur)
Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:
Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.




