Nú eru fólkakæru og hugnaligu Torradagarnir av á hesum sinni. Teir stóðu á skrá 17. – 22. februar, og sigast má, at teir eynaðust sera væl. Mongu og fjølbroyttu tiltøkini vóru væl vitjað.
Nú eru fólkakæru og hugnaligu Torradagarnir av á hesum sinni. Teir stóðu á skrá 17. – 22. februar, og sigast má, at teir eynaðust sera væl. Mongu og fjølbroyttu tiltøkini vóru væl vitjað.
Kjaktingið um fiskivinnupolitikkin, sum var í Skúlanum við Ósánna við gløggu og beinraknu vertunum Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen var væl vitjað og fekk drúgva viðgerð og eftirviðgerð. Í fleiri tíðindastubbum og greinum í bløðunum varð víst til, at, “á politiska kjakfundinum í Klaksvík varð sagt…”
Tað var eitt skilagott val at teknmálstulka og stroyma fundin, sum eisini var í beinleiðis sending í Kringvarpinum. Fleiri enn 1200 ymiskar teldur høvdu loggað seg á fyri at fylgja við, umframt at øll kundu lurta í útvarpinum.
Jógvan Ravnsfjall greiddi livandi og lætt frá í Góðan morgun Føroyar á søguligu gonguferðini frá Vágsstongum og heim eftir havnalagnum, og væl av fólki var við á ferðini.
Skipsførarin og skipsverkfrøðingurin Thormund Johannesen, sum m.a. var við Hans Eriki í fýra ár – og øðrum skipum við – sum ungur, greiddi hugtakandi frá skipabygging í Føroyum og nú seinnu árinini mangul uppá sama í Skúlanum við Ósánna.
Hann greiddi eisini frá, at túrarnir við línubátunum oftani vóru rættiliga drúgvir, uppí seks mánaðir, og hjá onkrum líknandi báti heilt uppí nýggju mánaðir. Ja, segði Thormund við einum brosi, ta einu ferðina vit fóru avstað mitt í augustmánaða, rópti onkur á kaini til okkum, tá ið báturin fór frá: Gleðilig jól!
Frits Johannesen helt hugtakandi og afturlítandi fyrilestur í Smæruni, “Portrið”, har havnalagið, pollurin og havið høvdu sín leiklut. Jósvein á Hædd greiddi frá sjólívi sínum fyri 50 árum síðan við síðutrolara, har Martin Heldarskarð, Noel Joensen og Erland Jacobsen spældu undir, meðan sungið varð afturvið. Hetta hendi í fullsettu Smæruni, har eisini Jóannes Niclasen hevði sett upp eina forvitnisliga myndaframsýning við gomlum myndum.
Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein fyltu kikrjukjallaran tvær ferðir – hóskvøldið og leygardagin, har teir hugtakandi greiddu frá tilgongdini um at gera meistaraverkið – Jesus út Nasaret – har eini 5000 lutir hegnisliga og væl umhugsað eru settir upp til eitt listaverk við tíggju sjálstøðugum træskurðum. Hetta má sigast at vera serstøk føroysk kirkjulist – ja, eitt meistaraverk.
Onnur tiltøk vóru eisini væl vitjað, Offurmorðið, Pecha Kucha, Rík eru gomul minnir, Føroyar 1911, Mentan og samleiki í víkingatíð, frá Nordhav 5 til Sundaberg, skótaguðstænasta og fleiri við.
Eitt stuttligt og annarleiðis frískt og sera væl hóskandi tiltak var hummarasølan við Gamla Seglhúsið. Her kom Gamla Seglhúsið rættiliga til sín rætt – Júst sum í gomlum døgum við hópin av fólki, bæði uttanfyri og inni. Steintór Debes, sum hevði fiskað hummarnar, mátti fara eftir meira vøru, tí eftir stuttari løtu var alt selt.
Eisini dugir vertsparið, Jastrid og Símun Gullaksen so avbera væl at vera blíð og siga frá. Gamla Seglhúsið, har tú kundi fáa frálíka hummarasuppu, sum Jákup Ziskason hevði gjørt, osar av søgu og nýggi búnin, húsið er latið í, hóskar væl søguliga umhvørvinum.
Eftir Torrarenning og Torraheilsukafé, har hópin av fólki møtti upp, endaðu Torradagarnir leygarkvøldið í útseldu og fullsettu Spaniastovuni við Annfinn og Vinmonnum undir heitinum, “Úr skúrinum í Spaniastovu”.
Jú, nógv ymiskt áhugavert var í boði á fjøltáttaðu og væl pakkaðu Torraskránni. Og best av øllum tóku fólk higani og nógva aðra staðir frá væl undir við tiltøkunum, sum vóru heilt væl vitjað. Torravikan var ein ríkandi løta og gav okkum nakrar góðar, læruríkar og hugnaligar dagar í hesi heldur tomu vetrarhálvu.
Eisini er tað deiliga fólksligt, at tey, sum hava ein leiklut í skránni, eru fólk á gøtuni, ið hava upplivað nakað, sum tey tíma og duga at siga frá og tú fært nakað at hugsa um. Best av øllum hevur eisini við flestu tiltøkini borið til at fáa eitt gott prát aftaná aftur við einum góðum kaffimunni. Jú, Torravikan var ikki so galin.




