Nú ásannar danska stjórnin endiliga, at málið um manglandi barnapengar til føroyingar í Danmark skal takast upp og rættast, so sum Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur kravt í longri tíð
Nú ásannardanska stjórnin endiliga, at málið um manglandi barnapengar til føroyingar íDanmark skal takast upp og rættast, so sum Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyriSambandsflokkin, hevur kravt í longri tíð
– Nú letur til, at skattamálaráðharrin er komin ábetri tankar, og tað er gott, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyriSambandsflokkin.
Úttalilsi hansara kemur eftir, at skattamálaráðharrin,Morten Østergaard (R), í dagsins útgávu av avísini MetroXpress ásannar, atstjórnin nú má rætta tann órættin, at føroyingar og grønlendingar í Danmarkvóru avskornir frá at fáa barnapengar frá danska statinum í 2012, tá ið hittsonevnda “upptjeningsprinsippið” var farið at virka.
Skattamálaráðharrin letur upp fyri, at føroyingarog grønlendingar í Danmark skulu hava veitingarnar kortini. Við MetroXpresssigur Morten Østergaard, at “det er selvfølgelig noget, jeg vil se på, hvordan vi kanrette op”.
– Hetta eru nýggir tónar og kann bertmerkja, at barnapengar og aðrar veitingar (børne-og ungeydelse og børnetilskud) frá 2012 skulu útgjaldast afturvirkandi, sigurEdmund Joensen.
Útmeldingin frá ráðharranum er beinleiðis úrslitav, at Sambandsflokkurin á Christiansborg í longri tíð hevur strongt á stjórninafyri at fáa hana at ásanna, at føroyingar og grønlendingar sum ríkisborgararhava krav uppá barnapengar og aðrar tilhoyrandi veitingar frá 2012.
– Higartil er stjórnin komin við burturforkláringum.Stjórnin hevur sagt, at av tí, at Føroyar og Grønland ikki eru ES-lond, fevnareglurnar ikki um føroyingar og grønlendingar í Danmark. Tað hevur onki viðsakina at gera. Føroyingar skulu ikki í sama pott sum t.d. ES-borgarar úrRumenia og Póllandi. Talan er um danskar ríkisborgarar, ið gjalda skatt ogbúgva í Danmark, og tey skulu hava somu rættindi sum aðrir danskirríkisborgarar, sigur Edmund Joensen.
– Nú, tá ið ein nógv lisin avís í Danmark vilditaka málið upp, fekk pípan brádliga annað ljóð. Tað er at fegnast um, sigurEdmund Joensen.
Aftur og aftur hevur Sambandsflokkurinlagt trýst á fleiri ráðharrar við § 20-spurningum. Flokkurin fylgir nú málinumupp, og longu í dag verður skattamálaráðharrin skrivliga biðin um at greiða frá,hvussu hann ítøkiliga vil tryggja, at føroyingar og grønlendingar í Danmark,sum vórðu avskornir frá barnapengum í 2012, fáa pengarnar.
– Fyri barnafamiljur og støk við børnum er hettanógvir pengar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum.




