Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat er tað, sum dregur fólk til Føroya?

Sjúrður Skaale

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt eina lýsing av tí. Her eru nøkur úrslit: Tað, sum er avgerandi fyri um fólk búseta seg í Føroyum, er fyrst og fremst tilknýti til landið og fólki: 1) familja/vinir, 2) starv, 3) náttúra, 4) mentan.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt eina lýsing av tí. Her eru nøkur úrslit: Tað, sum er avgerandi fyri um fólk búseta seg í Føroyum, er fyrst og fremst tilknýti til landið og fólki: 1) familja/vinir, 2) starv, 3) náttúra, 4) mentan.


Tey, sum búgva uttanlands, leggja størri dent á ymist, sum kann kallast forðingar við Føroyum – t.d. starvsmøguleikar, kostnaðarstøði og ferðamøguleikar.

12% av øllum kunnu sigast leggja dent á “forðingar”, tá tey hugsa um at búgva í Føroyum. 31% leggja dent á “yrkisleið”, og 57% leggja dent á “tilknýti”.
Væl fleiri flyta aftur til Havnar úr Danmark enn tey, sum flyta til Danmarkar úr Havn.

Tey sum búgva í Føroyum eru minst arbeiðsleys (kanska tí tey ikki flyta heim fyrr enn tey hava starv).

Sera fá – nærum eingin! – av teimum sum lesa enda sum íverksetarar fyrstu árini aftaná.

Tey, sum lesa í Føroyum, hava lyndi til eisini at búseta seg í Føroyum.
Bara 44 % av teimum, sum eru liðugt útbúgvin uttanlands frá 2008-20012, eru flutt aftur til Føroya. 28 % av restini rokna kortini við at búgva í Føroyum um 10 ár.

Føroysk arbeiðspláss eftirlýsa fólki við tekniskum førleikum. Stjórar siga at sera nógvar umsóknir koma frá fólki í Danmark. Og teir halda at ov nógv fokus er á ringar søgur úr Føroyum.

http://www.jaf.fo/news-hvat+er+tad+sum+dregur_xpzn.htm