icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útisetin hesaferð: – Hvordan bøder man et hjul på cyklen?

Danial Viðoy

Góðan morgun: Útisetin hesaferð hevur nógv at bjóða uppá. Vanliga er útisetin bert í blaðnum, men hesin er so serstakur, at hann fær eisini pláss á heimasíðuni.

Góðan morgun: Útisetin hesaferð hevur nógv at bjóða uppá. Vanliga er útisetin bert í blaðnum, men hesin er so serstakur, at hann fær eisini pláss á heimasíðuni.

Navn?  Kristian Matras Absalonsen

Parlagsstøða?  Í parlagi.

Hvar býrt tú?  Eg búgvi á Amager Kollegiet.

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við?  Eg lesi samfelagsfrøði á RUC við journalistik sum speciale, og so arbeiði eg í Stadium við síðurnar av skúlanum.

Hvat fekk teg av landinum?  Eg var sloppin inn á ta útbúgvingina, eg hevði søkt inn á.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?  Eg havi búð í Danmark í knapt 2 ár.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?  Eg trívist væl. Eg havi nógvar vinir í Danmark, ið eg javnan vitji. So havi eg eisini familju í Danmark. Og mín betra helvt, ger eisini sítt til, at eg trívist sera væl.

Hvat tekst tú við í frítíðini?  Fótbóltur fer við nógvari av mínari frítíð. Vit eru nakrir, ið møtast, at hyggja eftir fótbólti av og á. So havi eg eisini prøvað míni evnið at fiska í Danmark. Tað er sera hugnaligt. So treni eg eisini av og á (Gud viti hvat Absalon bróður sigur til hetta).

Hvat er tað besta við Danmark?  Her er altíð okkurt at gera. Tað er næstan ómøguligt at keða seg í Kongens København. Her eru konsertir, stórir fótbóltsdystir, og so kann man eisini flúgva sera bíligt til onnur lond. Tað er sakin at kunna fara út í Kastrup og keypa ein ferðaseðil + hotel í eina viku fyri undir 2000 kr. Tað kanst tú ikki í Føroyum, tá tað kostar 3000-4000 kr. bara at koma til Danmarkar.

Hvat er tað ringasta?  Tað ringasta má vera kuldin. At skula út í minus 15-20 stigum klokkan 07.00, tað er ikki stuttligt. Eg hati kulda.

Ætlar tú tær heimaftur?  Um eg kann fáa arbeiði í Føroyum, tá eg eri liðugur við útbúgvingina, kann tað gott henda seg, at eg komi heim. Men tað er so langt frammi í tíðini, at tað havi eg ikki tikið støðu til tað enn. Og so er tað heldur ikki bara eg, ið skal taka ta avgerina.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?  Tað er, tá okkurt er í heima í Føroyum, tað kundi verið ein føðingardagur, ella bara tað at KÍ spælir. Eisini leingist eg, at vera saman við mínum vinum og familju heima.

Hvørjum leingist tú allarmest eftir í Føroyum?  Matinum! Og so eisini familju og vinum.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?  Hava alt planlagt. Teir flestu hava ein kalendara, ið er proppaður við avtalum fram til mai 2043. Og so koma teir til tíðina. Sigur tú við ein danskara, at vit møtast kl. 14.00, so er hann har 14.00.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?  Hava einki planlagt. Gera teir eina avtalu, verður hon skrivað niður á eitt papír, ið síðani verður trýst niður í ein lumma, og verður fyrst tikið úr lummanum tá buksurnar skulu vaskast. Og føroyingar koma ongantíð til tíðina. Sigur tú klokkan 14.00, koma teir fyrstu slabbandi klokkan 16.00.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?  Ja, tað havi eg. Eg spurdi ein eg arbeiði saman við, ”hvordan bøder man et hjul på cyklen”?. Har stóð danin og gløddi at mær, sum um hevði eg sagt okkurt á kinesiskum. Eg gerist ótolin, og spyrji aftur, ”hvordan bøder man et hjul på cyklen”. Eg haldi, at eg spurdi 4-5 ferðir áðrenn tað gekk upp fyri mær at í Danmark ”lapper man et hjul”.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?  Vónandi í gongd við mína kandidat útbúgving í Edinburgh.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:  Til lukku við bergholinum til Viðareiðis, viðingar.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?  Thorvald Danielsen.