Líkindi eru so vánalig, at Effoliðið ikki spælir hetta vikuskiftið, sum annars ætlað.
KÍ og B68 skuldu av røttum spæla venjingardyst í Klaksvík í dag. Men líkindini eru ikki til at spæla fótbólt, tí tað er bæði vindur og egn. Vánaligu likindini halda áfram alt vikuskiftið. Tað hevur verið nevnt, at dysturin møguliga verður spældur mánadagin, men hetta er framvegis óvist. Eisini U16 liðið hjá KÍ skuldi spæla móti B68 í undankappingar dysti, men tann dysturin er eisini avlýstur.




