Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øssur ikki til nakað føroyskt felag

Jákup Ósá

Øssur Dalbúð flytur væntandi sítt spæliloyvið úr Føroyum innan nærmastu framtíð.

Øssur Dalbúð hevur framvegis sítt spæliloyvið liggjandi í ÍF. Men tað verður ikki í ÍF, at hann fer at spæla í fyrru hálvu. Øssur sigur í stuttari viðmerking við nordlysid.fo, at hann hevur vant við Fremad Amager í eina tíð og hevur í boði at halda fram har. Tí væntar hann, at spæliloyvið verður flutt til Fremad Amager í nærmastu framtíð. Í summar er Øssur tó opin fyri øllum og so vil tíðin vísa, um hann aftur verður at síggja í føroysku kappingini. Flytingargluggin letur upp aftur 23. juni.