Góðan morgun: At standa á vesifjølini og royna at gera av sær, er eitt sindur trupult. Tað er skjótt til, at rakt verður við síðunar av. Ein banki í Onglandi hevur fingið trupulleika av arbeiðsfólkunum, sum ikki duga at vísa sær hógv inni vesinum. Tískil er nú forboðið at standa á vesibrettinum.

Hetta veit Daily News at siga.
Leiðslan í bankanum var vorðin so troytt av hesum svínarínum, at stig varð tikið til at forbjóða arbeiðsfólkunum, at standa á vesibrettinum og kukka, pissa ella hvat vit vilja nevna tað.
Um vaskikonurnar hava fingið minni at gera nú, sigur søgan einki um. Men møguleikin fyri bata er størri nú enn áður.