Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Embætismenn úr Palestina á kunningarvitjan hjá Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Mikudagin 5. mars 2014 var eitt ferðalag við embætismonnum úr Palestina á vitjan í Klaksvík, her Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, saman við kommunustjóranum og trivnaðarstjóranum, kunnaði um kommununa.

Mikudagin 5. mars 2014 var eitt ferðalag við embætismonnum úr Palestina á vitjan í Klaksvík, her Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, saman við kommunustjóranum og trivnaðarstjóranum, kunnaði um kommununa.

Vitjanin í Klaksvík var partur av skránni fyri føroyavitjanina, sum hevði til endamáls at fáa kunning seg um føroysku skattaskipanina, og hvussu Føroyar sum samfelag er innrættað í tí sambandi. Eitt nú, hvussu skattainntøkurnar eru býttar millum land og kommunur.

Saman við bólkinum av embætismonnum úr Palestina var eisini ein japanskur serfrøðingur frá JICA(Japan International Co-operation Agency) og Tommy Petersen, sum í dag starvast sum seniorráðgevi hjá DANIDA og Palestinensku stjórnini.

Palestinensiska stjórnin er í hesum árum farin undir at byggja upp eina sjálvstøðuga skattaumsiting. Endamálið er at økja um inntøkurnar hjá tí almenna fyri at kunna veita borgarunum grundleggjandi tænastur, frá bæði kommunum og landi.

Vitjanin er fingin í lag sum partur av menningarsamstarvi Føroya. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, og samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er at skipa haldgóða fyrisiting og at tryggja sosial framstig.

Góða tænastu frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á leiðini norður til Klaksvíkar var ein av gestunum so óheppin at meiðsla sær fingrarnar av einari bilhurð.

Í hesari støðu kom tað sera væl við at Klaksvíkar Sjúkrahús var í nærumhvørvinum, og óhepni maðurin kom skjótt undir køna læknahond.

Tá ið hann eitt sindur seinkaður kom á fundin, var hann ógvuliga fegin um skjótu og góðu hjálpina, hann hevði fingið á sjúkrahúsinum.

Kunning um fíggjarætlanina hjá kommununi

Eitt av endamálunum við vitjanini var at fáa kunning um, hvussu kommunali parturin av skattagjaldinum verdur nýttur at lata borgarum í kommunum almennar tænastur.

Á vitjanini í Klaksvík greiddu borgarstjórin, kommunustjórin og trivnaðarstjórin frá skattainntøkunum, fíggjarætlanunum og teimum tænastum, sum kommunan veitir sínum borgarum. Gestirnir, sum dagliga hava leiðandi størv innan fíggjar- og kommunuøkið í Palestina, vístu áhuga og settu nógvar spurningar.

Eftir kunningarfundin, sum varð hildin í býráðshúsinum, nýtti Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, eisini høvið at vísa teimum býráðshøllina og greiða frá býráðsarbeiðnum.

Síðan varð farið á vitjan í Heiminum við Vágna, og klaksvíksvitjanin endaði við einum betri bita í Gamla Seglhúsi, har Símun Gullaksen eisini greiddi frá søguni hjá húsinum.

Eftir hetta gekk leiðin hjá palestinska ferðalagnum norður til Hvannasunds Kommunu, har Katrin Næs, borgarstjóri, tók ímóti.