Náttin til sunnudagin um trýtíðina, fór eitt úthús skamt niðanfyri Oyravegin, uttanfyri niðara kirkjugarðin har, í luftina í heilum líki. Yvirtromin endaði í ovara kirkjugarðinum, ímeðan nógv annað tilfar frá sama úthúsi fór raserandi ígjøgnum niðara kirkjugarð, har nógvar gravur fingu skaða.
Finn Hansen, frá Klaksvíkar Sløkkiliði, sigur, at teir fingu boðini um trýtíðina, at gamla seyðahúsið, sum onkuntíð hevur verið brúkt til hestafjós og eisini hevur verið brúkt av grótlagarum, var farið í luftina.
Vindurin var tá sera nógvur, so vit gjørdu av at fáa eina gravkúgv á staði at tyrva útyvir tað, vit høvdu savnað saman av timbri, plátum og annað. Sunnudagin boðaðu veðurmenninir aftur frá illveðri, so vit hildu tað ikki vera ráðiligt at fara undir uppruddingararbeiðið fyrr enn ídag.
Finur Sigurðsson, gravari sigur, at tað eru umfarandi skaðar sum eru komnir á gravstøðini orsakað av at úthúsið við kirkjugarðin er farið í luftina og er farið smyldrandi millum gravsteinar og garðar í kirkjugarðinum.
Vit lata myndirnar niðanfyri tala fyri seg:




