Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Tónlistarskúli – ein tónlistarskúli í framgongd

Tekst: Jógvan við Keldu – Myndir: Dávur Winther

Í dag hevur tónlistarskúlin eina ørgrynnu av spennandi møguleikum og lærugreinum.

Í dag hevur tónlistarskúlin eina ørgrynnu av spennandi møguleikum og lærugreinum

Hevði ta frægd at vera til konsertina mánakvøldið 17. februar, í Torradøgunum, har strúkarar og klavernæmingar hjá Klaksvíkar Tónlistarskúla framførdu.

Tað sum ein beinanvegin legði til merkis, var frískleikin, tryggleikin og ein byrjandi elegansa við musiskum “svingi” í, serliga hjá teimum eldru næmingunum. Tað var hugaligt at síggja samanrenningina millum lærarar og næmingar, sum legði ein góðan tónlistaligan botn í.

Teir yngru næmingarnir vóru eisini ótrúliga stuttligir at hyggja at og tá ein lurtaði, so var ongin ivi í, at teir læra nokk at halda seg inni á rásini, um teir vilja/tíma at venja, og at foreldrini eggja teimum og brúka tíðina, so bæði næmingarnir og lærararnir gleða seg til undirvísingartímarnar.

Venjing, diciplin og sjálvdiciplin

Fyri ein lærara er tað so hugaligt, at næmingurin venur, tað hoyrir, og leggur lærarin til merkis beinanvegin. Skal næmingurin gera sær vón um at verða til nakað, er tað venjing, diciplin, sjálvdiciplin, og ikki minst, at foreldrini eisini eru við. – So kann ein næmingur verða so musikalskur og hava góð evni, sum hann vil, venur hann ikki, verða ongi serlig úrslit. Einki er so troyttandi fyri ein musikskúlalærara, sum at næmingurin ikki venur, tað “tekur bæði lívið úr læraranum og úrslitini frá næminginum”!

Hinvegin, so eigur alskurin hjá tónleikalæraranum til næmingin og gevandi úrslit, serliga nú frambrot síggjast, at vera soleiðis, at serstaka idealisman altíð kemur til sjóndar.

Fleiri konsertir

Nú havi eg ikki fylgt so neyvt við, hvussu mangar næmingakonsertir eru, og heldur ikki, hvussu mong foreldur, ommur og abbar dyggiliga koma til hesar næmingakonsertir, fyri at vísa bæði børnunum og skúlanum áhuga og skorða undir, hóast eg havi verið til nakrar av teimum.

Kundi tí hugsa mær, at ein stutt konsert um mánaðin ella kanska annan hvønn mánað eigur at vera, og at hesar kunnu gerast so livandi og interessantar fyri “áhoyrarnar”, sum nú einaferð er gjørligt. Verið vís í, at áhoyrarnir koma. – Møguliga er tað longu hetta talið av konsertum.

Haldi, at seinasta konsertin var eitt veruliga gott boð uppá eina góða konsert og eina góða skipan. Ein njóting fyri meg at lurta og síggja.

Tøkk til lærarar og næmingar

Eg havi spurt meg fyri, havi fingið at vita, at í Klaksvíkar Tónlistarskúla ganga ikki færri enn 189 næmingar, sum verða undirvístir í klaver, orgul, violin, viola, cello, blokkfloytu, tvørfloytu, klarinet/saxofon, guitar, el-bass, kontrabass, horn og trummur/slagverk.

Hetta má sigast at vera ein ørgrynna av spennandi møguleikum, og ikki færri enn 13 lærarar við góðari útbúgving undirvísa og eru í heil- og parttíð.

Fari í hesum umfari ikki at koma inn á einstøku lutirnar í konsertini, men ynski bara at takka lærarum og næmingum fyri eina góða, fríska og gevandi konsert, sum týðiliga vísir ein tónlistaskúla, sum er í framgongd.

Góða eydnu frameftir við gevandi úrslitum. – Takk fyri upplivingina!