Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johan Dahl ger onki við málið

Tíðindaskriv

Vinnumálaráðharrin ætlar ikki at útseta heimsendingina av útlendingunum umborð á Anitu. Í svari til formannin í Fiskimannafelagnum sigur hann seg hava fult álit á, at donsku myndugleikarnir taka sær av málinum á fullgóðan hátt.

Johan Dahl hevur svarað áheitanini frá Fiskimannafelagnum um at útseta heimsendingina av indonesunum umborð á Anitu, til teirra støða er kannað og lýst, og svarið er nei.
Útlendingamál er danskt málsøki, og vinnumálaráðharrin sigur í svari sínum, at hann hevur fult álit á, at donsku myndugleikarnir umsita málið á fullgóðan hátt.
Høvuðsgrundgevingin hjá Johan Dahl fyri ikki at taka málið upp er, at tað vildi verið órættvíst mótvegis øllum øðrum útlendingum, sum á hvørjum ári verða sendir av landinum, tí teir ikki hava neyðugu loyvini at vera her