Champions League: Bayern er víðari og verður millum átta tey síðstu liðini. Arsenal mátti ásanna, at Bayern Munchen vóru ov sterkir. – Atlético Madrid smurdi Milan av.
Champions League: Bayern er víðari og verður millum átta tey síðstu liðini. Arsenal mátti ásanna, at Bayern Munchen vóru ov sterkir. – Atlético Madrid smurdi Milan av.
Arsenal gjørdi ikki nógv við Bayern í fyrra hálvleiki. Einasta hóttan og besti spælari hjá Arsenal í fyrra hálvleiki var Oxlade Chamberlain, sum var einasta hóttanin. Bayern stýrdi øllum og tað manglaði bara eitt sindur av neyvleika til at Bayern legði seg á odda.
Bayern Munchen byrjaði har teir sleptu í fyrra hálvleiki. Hetta gav úrslit í 54’ minutti tá ið Bastian Schweinsteiger legði heimaliðið á odda.
Men bert tveir minuttir seinni skræddi Lukas Podolski bóltin frá Filip Lahm og hamraði bóltin í málið til 1-1.
Men Arsenal fekk ongantíð orduligt bilbugt við Bayern, sum stóð væl og var betra liðið.
Í síðstu minuttunum kundi Bayern avgjørt reiðiliga við brotssparkið, men Muller brendi.
Seinnu áttandupartsfinalur í kvøld – úrslit
Bayern Munchen – Arsenal (0-0) 1-1
54’ Bastian Schweinsteiger 1-0
56’ Lukas Podolski 1-1
Samanlagt: 3-1
Atlético Madrid – Milan (2-1) 4-1
3’ Diego Costa 1-0
27’ Kaká 1-1
40’ Arda Turan 2-1
70’ Raúl Garcia 3-1
85’ Diego Costa 4-1
Samanlagt: 5-1




