Aganevndin hjá FSF fer fríggjadagin ella mánadagin at kunngerð dóm um svartar pengar í TB. Talan er um eitt “gamalt” mál har ein útlendskur leikari sum í 2012 ikki far sína løn sum hann metir seg eiga frá TB. Endin er at hann meldar TB til FSF fyri at rinda leikarum løn uttanum skattaskipanina. Aganevndin hjá FSF hevur havt málið í drúgva tíð, men í morgun váttar FSF at niðurstøðan hjá Aganevndini verður kunngjørd í vikuskiftinum.

Málið hevur koyrt í drúgva tíð og sum skilst er TB dømt at rinda eina bót sum liggur omanfyri hálvt hundrað túsund krónur. Harafturat eru fyrrverandi nevndarlimir í TB burturvístir frá at hava nakað við føroyskan fótbólt at gera í eitt ávíst áramál.
Hetta er fyrstu ferð at dómur fellur í málið um svartar pengar í føroyskum fótbólti og sum skilst hevur Aganevndin brúkt nógv umrødda EB/STR málið sum fyrimynd tá dømast skuldi.
Vanliga skulu bøtir rindast í einum, men í málinum um ólógligu pengarnar í sundalagsfelagnum slapp felagið við at rinda bótina í “radum”. Hetta var gjørt so EB/STR kundi svara hvørjum sítt var sagt og um TB far somu sømdir er óvist.