Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingarnir rýmdir úr TB

Jákup Ósá

Teir tríggir leikararnir, sum fyrr í ár komu til TB, eru allir farnir avstað aftur.

Teir tríggir leikararnir, sum fyrr í ár komu til TB, eru allir farnir avstað aftur.

30. januar skrivaði Norðlýsið soleiðis um leikararnar, sum TB hevði fingið til Føroyar:

– Aumang Haji er 17 ár og framrættaður miðvallari, Mehmed Lemes er 19 ára gamal málverji og Eyyub Ketan er 25 ára gamal álopsleikari. Fyri fyrst koma teir at venja við og annars hava vanligt arbeiði. Men vísa teir seg at vera verdir at skriva sáttmála við, so fara vit sjálvandi at umhugsa tað. Men tað er tann keðiliga fíggarstøðan, ið ger at vit eru sera varnir við at skriva nýggjar sáttmálar, sigur Jens Rói Sørensen við Norðlýsið. Sostatt eru teir komnir til TB at styrkja um, og ikki til at royndarvenja sum vit vanliga síggja. Tí væntandi vera teir partur av TB hópinum framyvir. Tað er TB venjarin Páll H. Guðlaugsson, sum hevur fingið hesar leikarar til Føroyar. Har kann nevnast, at Aumang Haji vandi við KÍ eitt tíðarskeið í 2012.

Næst formaðurin í TB, Jens Rói Sørensen staðfestir í kvøld yvir fyri nordlysid.fo, at allir tríggir leikararnir av ókendum orsøkum eru farnir av landinum og koma ikki aftur. Hann sigur, at ein orsøk helst var, at samspælið millum teir og restina av hópinum ikki riggaði væl.

Mynd: tb.fo