Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flygel- & violinkonsert í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Í kvøld, hóskvøldið 13. mars, kl. 20.00 fær Mentanarhúsið vitjan av tveimum serstakliga góðum tónleikarum úr Danmark. Talan er um pianistin, Andreas Flensted-Jensen og Michala Høj á violin.

Í kvøld, hóskvøldið 13. mars, kl. 20.00 fær Mentanarhúsið vitjan av tveimum serstakliga góðum tónleikarum úr Danmark. Talan er um pianistin, Andreas Flensted-Jensen og Michala Høj á violin.

Fyrst framføra tey við teirra nýggju fløgu, Be Still. Hareftir framføra tey við ymsum søguligum tónleiki, siga frá og vísa samstundis á stórskíggja, so fjøldin kann fylgja við hvat spælt verður og øll kunnu seta seg inn í tónleikin. Hetta er ein serstøk framførðsla, har allir sansir verða royndir og afturat hesum kann nevnast, at Andreas fer at spæla uppá sera flotta og vælljóðandi Steinway & Sons flygli hjá Mentanarhúsinum og Michala spælir uppá eina yvir 300-ára gamla violin, ið italiumaðurin Matteo Goffriller hevur framleitt.

Kostnaður fyri konsertina er einans 100,-