Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjúkrahús skal styrkjast

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Hósdagin 6. mars frættist, at lands­stýris­maðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, steðgar sum landsstýrismaður í summar. Hetta kemur møguliga ikki óvart á fólk, tí miðflokkurin boðaði frá, tá Miðflokkurin fór í samgongu, at semja var um, at Karsten Hansen tók sæti í tvey ár, áðrenn ungur avloysari var funnin. Nú er so kunngjørt, at Karsten Hansen gevst í summar.

Hósdagin 6. mars frættist, at lands­stýris­maðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, steðgar sum landsstýrismaður í summar. Hetta kemur møguliga ikki óvart á fólk, tí miðflokkurin boðaði frá, tá Miðflokkurin fór í samgongu, at semja var um, at Karsten Hansen tók sæti í tvey ár, áðrenn ungur avloysari var funnin. Nú er so kunngjørt, at Karsten Hansen gevst í summar.

Hvussu við Klaksvíkar sjúkrahús?

Men framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á, áðrenn landsstýrismaðurin steðgar í summar. Undirritaða setti landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning 19. mars 2013, har spurt var um, um landsstýrismaðurin ætlaði at taka støðu til, hvørjar funksjónir skuldu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hvussu tað varð við endurvenjingini. Um landsstýris­maðurin ætlaði, at urologiin, ortopædiin og medisinska viðgerðin framhaldandi skuldi vera á Klaksvíkar sjúkarhúsi. Síðst, men ikki minst, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at skipa føroyska heilsuverkið frameftir.

Svar

Í svarinum (dagf. 19 mars 2013) segði landsstýrismaðurin millum annað, at: skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsuverkinum.”

Nú má tað vera

Løgtingið hevði aðalorðaskifti um heilsunýskipanina 8. november 2013, har lands­stýrismaðurin legði frágreiðing fyri Løgtingið, har hann millum annað vísti á, hvussu heilsuøkið skuldi skipast frameftir. Men vit bíða framvegis eftir landsstýrismanninum. Hvussu ætlar hann at skipa Klaksvíkar sjúkahús frameftir? Hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi? Hvussu við endurvenjing? Urologiini? Ortopædiini? Medisinsku viðgerðini?

Framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á. Tí verða omanfyrinevndu spurningar settir.

1. Fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi, áðrenn hann fer frá sum landsstýrismaður?

2. Skal uppvenjing framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

3. Verður støða tikin til, um urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framhaldandi skulu bjóðast á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús skal skipast frameftir, áðrenn hann sigur landsstýrissessin frá sær?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna fyri fólkaflokkin