Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakmanspolitiið hevur gjørt húsarannsóknir í Havn

John William Joensen

SØK ella bakmanspolitiið hevur í morgun gjørt húsarannsóknir í einum málið har Súni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum, meldaði Løgmann og Vinnumálaráðharran fyri at hava verið vitandi um kriminell viðurskifti í samband við at fyrrverandi stjóri í grunninum var loystur úr starvið.

SØK ella bakmanspolitiið hevur í morgun gjørt húsarannsóknir í einum málið har Súni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum, meldaði Løgmann og Vinnumálaráðharran fyri at hava verið vitandi um kriminell viðurskifti í samband við at fyrrverandi stjóri í grunninum var loystur úr starvið.

Sambært KVF í morgun er komið undan kavi at orsøkin til at stjórin var loystur úr starvið var at stuðul var latin til feløg har somu persónar gingu aftur. Politiið í Føroyum váttar at bakmanapolitiið hevur gjørt húsarannsókn í Havn, men fæst ikki at siga meir.

Koyrdi nevndina frá

Johan Dahl, landsstýrismaður sigur í viðmerking til málið at tað var hann sum koyrdi nevndina í Vinnuframagrunninum frá.

Stutt eftir at eg tók við sum landsstýrismaður í vinnumálum bleiv nógv skriving og órógv um virksemið hjá grunninum. Eg avgjørdi so at koyra nevndina frá og bað samstundis nýggju nevndina gera eina frágreiðing og í hesum sambandi var nógv samskifti millum embætisverki í vinnumálaráðið og grunnin og so vítt eg veit er tað tilfari alment atkomiligt. Sjálvur eri eg ikki partur av málinum og sum eg skilji eri eg meldaður fyri at hava verið vitandi um tað sum gekk fyri seg í grunninum, og tað er fullkomiliga burtur við. Eg kann leggja afturat at grunnurin er undir eftirlitið av løgtingsgrannskoðarunum og teir høvdu ongar viðmerkingar til roknskapin ella tað frágreiðing sum nýggja nevndin kom við.

Sum skilst eru húsarannsóknir gjørdar hjá Vinnuframagruninum. Sum skilst frá SØK so snýr málið seg um hvørt limir í gomlu nevndini vóru ov nær teimum sum fingu stuðul.

Harleywoodpaint