Kl. 11 í morgun legði Gadus at á vestursíðuni í Klaksvík – avturkomin úr Barentshevinum við 750 tons í flaki, har størsti parturin verður skipaður til Onglands.
Kl. 11 í morgun legði Gadus at á vestursíðuni í Klaksvík – avturkomin úr Barentshevinum við 750 tons í flaki, har størsti parturin verður skipaður til Onglands.
Nógv fólk vóru komin at taka ímóti teirra kæru. Hanus Hansen, stjóri og reiðari stóð eisini fremstur í røðini og tók í móti endanum.
Hann hevur í rúma tíð verið við til makrelsamráðingar. Tó at tær gingu væl til endans, so er tað ein serlig løta at standa á støð í Klaksvík og taka í móti einum full fermdum skipi.
Brandur Joensen hevur verið skipari og verður farið av stað aftur kanska seint í komandi viku.
Beint frammanfyri legði líðhamar at, eisini av einum góðum túri.




