Samkoman í Betesda kundi ídag taka nýggja salin í nýtslu. Sum vera man setti tónleikurin dám á dagin. Í húsinum er nevniliga nógv gjørt fyri ljóðgóðskuna ikki minst hevur hugsað verið um sangin.
Vit fingu ikki nakað nágreiniligt tal á vitjandi í nýggja Betesda ídag, men talið liggur helst væl omanfyri 1000. Her eru myndir frá kvøldinum, serstakliga frá sangmøginum.




