At formaðurin í Tjóðveldi á tingsins røðarapalli leggur eftir navn givnum fjølmiðlunum er fullkomiliga burtur við, men hann er ikki fyrstur og tað tykist verða ein ítrótt í løgtinginum at leggja eftir fjølmiðlum.
At formaðurin í Tjóðveldi á tingsins røðarapalli leggur eftir navn givnum fjølmiðlunum er fullkomiliga burtur við, men hann er ikki fyrstur og tað tykist verða ein ítrótt í løgtinginum at leggja eftir fjølmiðlum.
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, John Major, segði í fráfaringarrøðu síni:
….Ein politikari sum skeldar inn á pressuna er at samanbera við ein skipara sum stendur á brúnni á skipi sínum og skeldar inn á ódnarveðrið. Tað er vánaligur sjómansskapur!
Tað er ein grundregla at vit sum fjølmiðil hava frælsið til at hava okkara egnu meiningar og fara tí altíð sjálvi at siga okkara hugsan frá mál til mál.
Størsta politiska málið
Tað er sera hugstoytt at løgtingslimir ikki síggja týdningin av at breið semja fæst um stjórnarskipan fyri føroysku tjóðina. Ósemjan um stjórnarskipan Føroya kann í stuttum kókast niður til hendan setningin:
“Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki”
Henda orðing viðurkennur at Føroyar eru í Ríkisfelagsskapi sum ein staðfesting av verandi støðu. Men serliga formaðurin í Tjóðveldi heldur fast um eina støðutakan sum ger at flokkur hansara á ongan hátt kann viðurkenna verandi støðu Føroya.
Tí verður eingin semja um stjórnarskipanina og tað er nyttuleyst at bera uppskotið niðan í løgtingið.
Úrslitið er at ein heil tjóð verður hildin til gísla.
….Tað kostar eitt sindur at semjast. Men tað er fortreytin fyri at kunna gera nakað yvirhøvur. Og einki sjálvstýrissinnað menniskja kann siga annað enn, at stýrisskipanin er eitt stórt framstig. Tann, sum setir tað í vanda í taktiskum spæli, tekur stóra ábyrgd á seg, tí tað kann hava við sær, at alt dettur á gólvið. Hendir tað, standa vit við ongum øðrum uttan innanhýsis klandri …..
….. Nú mugu vit ásanna tann veruleika, at Løgtingið hevur sett heimastýrisskipanina í verk, og at føroyingar í verki hava góðtikið hana í 63 ár. Tí er henda skipan demokratiskt legitim, hóast okkum ikki dámar hana, og hóast hon ikki er í samsvari við úrslitið av fólkaatkvøðuni í ’46. Tað er henda veruleika, sum Tjóðveldi eftir mínum tykki hevur hug at avnokta. Tann, sum avnoktar veruleikan, kann illa broyta veruleikan, men læsir seg fastan. ….
Orðini eigur Sjúrður Skaale og vit kunnu hóskandi spyrja um hetta ikki júst er støðan – skorin út í papp.
Tí gerst tað meiri og meiri sannlíkt at skulu Føroyar hava eina nýggja stjórnarskipan má tað gerast uttan um tað linju, sum formaðurin í Tjóðveldi stendur fyri og hóast hetta er beiskur biti, so er átrokandi neyðugt at hetta málið finnur eina loysn.
Vit eiga sum tjóð at koma víðari!




