Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er oddalið í Effodeildini

Jákup Ósá

KÍ er eftir 1. umfar í Effodeildini oddalið í Effodeildini.

Tað var spælandi í Fuglafirði í dag, og áskoðararnir fingu ein dyst við nógvum nærdystum og eitt KÍ lið, sum var væl brynjað til slíkan fótbólt. M.a. tí at stórur styrkur er komin til verjupartin, har bæði Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueyé vunnu nógvar nærdystir. Og so gjørdi tað sera góðan mun, at Páll A. Klettskarð var klárur til dystin. Í fyrra hálvleiki fekk KÍ eitt kontra álop, tá Atli endaði við at skora til 1-0. Í seinna hálvleiki hendi tað sama, tá KÍ fangaði ÍF í uppspælinum. Atli spældi hegnisliga til Páll, sum einsamallur við Jákup Mikkelsen skoraði trygt. Tá 20 minuttir vóru eftir staðfesti Sørmundur Kalsø dystin eftir hornasparks innlegg frá Tóri Justesen. Og so munaði tað lítið, at ÍF fekk eitt mál móti endanum, har fríspark frá Karl Løkin endaði í málinum umvegis antin Jonas Flindt Rasmussen ella Poul N. Mikkelsen.

Vit sóu ikki nakað gott fótbóltsspæl, men tað var heldur ikki væntandi so tíðliga á árinum. Men hinvegin fekk KÍ ein kanska nakað óvæntaðan sigur móti silvur vinnarunum seinastu 2 árini. Hetta hevur uttan iva stóran týdning, tí komandi mótstøðuliðini er – haldi tykkum fæst – Víkingur, HB og EB/Streymur. Við 3-1 sigrinum legði KÍ seg samstundis á odda eftir fyrsta umfar, sum sjálvandi ikki hevur stórvegis týdning uttan tað, at KÍ fekk bestu byrjanina av øllum 10 liðunum í fyrsta umfarinum. Í 2011 byrjaði KÍ eisini á 1. plássi og í 2013 á 2. plássi eftir 1. umfar, so hetta er ikki ókend støða hjá klaksvíkingum.