Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ávegis í kleystur

Oliver Joensen

Mangt broytist á mansins ævi, men ikki altíð til tað verra. Hetta mugu vit sanna, nú vit á Grækarismessu, frá KvF fingu váttan fyri, at Tjaldrið, tjóðfuglur okkara, í gomlum døgum var matfuglur. Føroyingar saltaðu upp í tunnur av hesum vakra og virðiliga fugli. Nógv ímillum í dag.

Stórbroyting sýnist somuleiðis at vera farnar fram við eldri fólkaflokspolitikarum, í hvussu so er summum teirra. Í Havn eru t.d. tveir “garvaðir” av teimum. Teir tykjast at verða broyttir rættiliga radikalt. Eitt orðatak sigur, at tá ein vissur maður verður gamal, leitar hann sær í kleystur. Hetta er møguliga júst tað, ið hendir.

Teir hava nú ikki havt so lítið til felags á lívsleiðini. Báðir høgravendir havnarmenn, ið m.a. hava fingist við handilsvirksemi, báðir svornir stríðsbrøður hjá Reagan /Tatcher, og hava ligið í drúgvum klandri við sosialistar og háfloygdar tjóðveldismenn. Teir lógu í støðugum stríði við fakfeløg, listafólk og ikki minst muslimar, ið tugdu dadlir. Teir vóru eirindaleysir í málsliga eins væl og skrivaða politiska kjakinum og í almenna rúminum. Greinirnar hjá stavnamanninum í Dagblaðnum standa fólki eins frískar í minninum sum “hondgemengið” við forkvinnuna í Havnar arbeiðskvinnufelag, tá verkfallið var á sinni.

Hóast rúkandi ósamdir í ávísum málum, sum t.d. rættindi teirra samkyndu, har annar við flokki sínum nú vil javnstøðu og gongur á odda at verja minnilutar, meðan hin helst leggur band á seg og er tigandi í tí spurninginum, so vóru teir rørandi samdir um at broyta vallógina til eitt valdømi fyri nøkrum árum síðani. Tað vóru so mong í verandi andstøðu tíverri eisini. Tað var eitt mistak, sum má rættast, ásanna tó øll í dag.

Teir fóru so úr Fólkaflokkinum, og brátt vórðu báðir hamskiftir. Annar stovnaði nýggjan liberalan tjóðskaparflokk, ið sigur seg verja minnilutabólkar, fakfeløg við verkfalsrætti og frælsi. Í fyrstani vildi flokkurin eitt sjúkrahús, men nú er kravið sum skilst trý sjúkrahús og bestu tænastu til føroyingar allastaðni í landinum. Politikkurin sampakkar við tann hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini vil trý sjúkrahús og verjir frælsi, javnað og javnstøðu.

Hin tók seg úr politikki, men leitaði sær í staðin inn á sosialdemokratiskt litaðu útvarpsrásina í Havn, har hann hevur hóvligar og áhugaverdar politiskar sendingar. Eitt nú vóru palestinar á vitjan, at kunna seg við føroysk skattaviðurskfti, og nú upplýsir hann, í samrøðu við sosialdemokratiskan serfrøðing á rásini, um skattalógina hjá palestinum í Ramallah, ið skal vera sera tiltalandi, við frádrátti fyri hvørja einstaka konu, tú hevur, og avgjøld í staðin fyri beinleiðis inntøkuskatt. Sjálvur skatturin er har væl minni enn okkara.

Tað er neyvan av tilvild, at tveir garvaðir høgramenn hella seg móti sosialdemokratisku stevnuskránni, nú teir eru komnir upp í árini. Heldur ikki man tað bara vera pensjónin. Einasta viðmerking, vit hava fingið uppá fyrispurning er, at tað eru Guds børn, ið batna.