Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kann makrelur aftur landast í Noregi

Jógvan Hugo Gardar

Norska stjórnin hevur í dag váttað at føroysk uppsjóvarskip sleppa at landa makrell í Noregi í ár.

Norska stjórnin hevur í dag váttað at føroysk uppsjóvarskip sleppa at landa makrell í Noregi í ár.

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur í einum skrivi seinnapartin at aftaná at Noreg, ES og Føroyar skrivaðu undir eina avtalu um býti av makrelikvotuni í ár, so fellur samstundis norska landingarbannið burtur. Tað merkir at føroysku trolararnir nú standa í boði at selja makrelin í Noregi.

Aftaná at Føroyar í 2010 valdi at seta sína egnu makrelkvotu, tí semja fekst ikki við hini strandalondini, so hava føroysk skip ikki havt loyvi at landa makrell í norskari havn.

Við nýggju makrelavtaluni, so fellur hetta bannið burtur.