Játtaðar eru 15 mió. yvir 3 ár til renovering av Klaksvíkar Sjúkrahús. Av hesum eru 12 mi,o. eftir at byggja fyri nú farið verður til verka. Til samanberingar er hetta ein 100. partur av tí, sum Landssjúkrahúsið hevur og fer at byggja fyri. Úrslitið er at bygginevndin við vælsignilsi frá Landsverk og Heilsumálaráðnum hevur valt at byggja eftir standardum, sum vóru galdandi í Danmark í 1950, vísa skjøl sum vit hava fingið innlit í.
Játtaðar eru 15 mio. yvir 3 ár til renovering av Klaksvíkar Sjúkrahús. Av hesum eru 12 mio. eftir at byggja fyri nú farið verður til verka. Til samanberingar er hetta ein 100. partur av tí sum Landssjúkrahúsið hevur og fer at byggja fyri. Úrslitið er at bygginevndin við vælsignilsi frá Landsverk og Heilsumálaráðnum hevur valt at byggja eftir standardum sum vóru galdandi í Danmark í 1950, vísa skjøl sum vit hava fingið innlit í.
Játtanin frá løgtinginum kann bert brúkast til at renovera innanfyri verandi karmar og sambært tekningunum verða 28 seingjapláss á KS. Sambært donskum arialstandardum, sum í dag galda fyri sjúkrahús, verður rokna við 40 fermetrum til hvørja song og tí átti av røttum einans 13 seingjapláss at verið á KS eftir renoveringina. Tí hevur bygginevndin valt eina loysn, sum svarar til teir standardir ið galdandi vóru í Danmark í 50 unum. Eftir ætlan skal arbeiði byrjað 1. mai og byrjað verður á deild A.




