Tann 19. februar 2014 blivu húsarannsóknir framdar samstundis í Føroyum og Danmark í samband við illgrunað um barnaporno á internetinum har 2 føroyingar – ein í Føroyum og hin í Danmark – vóru undir illgruna.

Í tí sambandi hevur politiið kannað telduútgerð og aðra útgerð. Hesar kanningar eru nú liðnar og staðfest er, at onki illgrunasamt tilfar var á útgerðini. Skuldsetningarnar verða nú sleptar og onki meiri verður gjørt við málið.