Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisgjald – slakti ikki gullhønuna

Norðlýsið

Onki nýtt er í tí, at hønur, sum verpa gullegg liva eitt vandamikið lív, hava tær eigara, sum er í grammara lagi. Sama kann fara at vísa seg, tá tað um fiskivinnuna ræður, nú tað sýnist sum at kappbjóðing fer fram um, hvussu nógv gjøld kunnu kroystast úr vinnuni.

Onki nýtt er í tí, at hønur, sum verpa gullegg liva eitt vandamikið lív, hava tær eigara, sum er í grammara lagi. Sama kann fara at vísa seg, tá tað um fiskivinnuna ræður, nú tað sýnist sum at kappbjóðing fer fram um, hvussu nógv gjøld kunnu kroystast úr vinnuni.

Vit á Norðlýsið eru ikki avvísandi fyri, at tey, sum hava loyvir, ið eru avmarkaði, um hendi, noyðast at gjalda eitt ella annað fyri hetta, men havast má í hesum sambandi fyri eyga, at vunnir pengar arbeiða best, um teir vera verandi í vinnuni.

Eisini skulu vit minna tey, sum arbeiða við at áseta gjøld á fiskivinnuna, á hesi viðurskiftini:

Fiskivinnan er undirløgd stórum sveiggjum, og tí er neyðugt at fyritøkurnar fáa høvi at konsolidera seg.

Eisini mugu fyritøkurnar fáa loyvi at savna kapital, soleiðis at tær eru førar fyri at gera íløgur ikki bara í skip, men í annað tilknýtt virksemi. Íløgurnar t.d. í virkini á Tvøroyri og nú Fuglafirði geva bæði landskassanum og samfelagnum sum heild munandi størri inntøkur, enn um avkastið endaði beinleiðis í landskassanum – køkan gerst nógv størri.

Hava fyritøkurnar tað meira rúmsótt, eru tær eisini nógv betur førar fyri at gera seg galdandi innan vinnugransking og at uppbyggja nýggjar marknaðir. Vit hava í seinastuni sæð, hvussu umráðandi hetta síðsta kann vera.

Miðal ársúrslitið hjá øllum veiðiflotanum árini 1996-2012 hevur verið einar 95 mió kr. Verður drigið frá ein renting av eginpeninginum uppá 10%, minkar hetta tal til góðar 70 mió kr.

Í 2013 verður roknað við, at tilfeingisgjaldið fyri samlaða veiðiflotan verður 140 mió kr, ella dupult so nógv sum meðalúrslitið hjá flotanum, tá rentingin av egingonini er frádrigin.

Tað eigur eisini at havast í huga, hvussu tilfeingisgjaldið virkar í sambandi við útjavning millum miðstaðarøkið og útjaðaran.

At enda skulu vit heita á myndugleikarnar at bera so í bandi, at møguligt tilfeingisgjald ikki verður ásett eftir aktuella tørvinum hjá landskassanum, men gerst eitt av elementunum í einum stabilum og ásett eftir aktuella tørvinum mennandi fiskivinnupolitikki.