Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran
Forelskilsi, vinalag og svik eru øllevni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisiniegnar seg til vaksna lesaran
Høvuðspersónur er gentan Argantael.Argantael er dugnalig og vøkur, og í skúlanum síggja tey upp til hana, tí honhevur alt tað nýggjasta nýggja. At síggja til hevur hon alt, ein ungdómur kannhugsast at ynskja sær, men so er ikki. Tað, Argantael helst vil hava eruforeldur, sum brýggja seg um hana.
Sum lesari fært tú innlit í lívið hjáArgantael saman við einum kensluliga avmarkaðum pápa og sálarsjúkari mammu -tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepulin. Kenslusami tannáringurinfær í so nógv at vevja seg úr, tá ið hon hittir ‘papp’systkini Dagan ogMorganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger avat sjólátast.
Ein drúgv tilgongd
Søgan um Argentael hevur verið leingi áveg. Fyrstu ferð, vit hoyra um Argentael, er í erotiska stuttsøgusavninum Einvarligur dráttur í tara frá 1996. Sjálv sigur Rakel, at tað var eins ogslapp hon ikki undan at siga alla søguna um hana:
– Við uppfunnum persónum er tað eitt sindursum við livandi menniskjum, tú kanst ikki bara sleppa tær av við tey, tá túhevur hug. Tey krevja sítt pláss og vilja verða hoyrd. Persónurin Argantaelhevur líkasum hildið á at liva sítt egna lív, síðani eg skrivaði hasa fyrstusøguna. Ymisk hugskot, sum eg havið fingið gjøgnum árini, hava hóskað til hennaraog so við og við er ein heil verð vorðin til rundan um hana.
Ikkiúr veruleikanum og tó
Hon,sum róði eftir ælaboganum er eins lítið og t.d. søgurnarÚr Mosakullini nakað, sum Rakel sjálvhevur upplivað, men samstundis er hon, eins og alt annað sum hon og aðrir høvundarskrivað, eisini ein brotpartur av veruleikanum.
– Tað snýr seg mest um at duga at leggjating saman og trekkja onnur frá. Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning. Tí er altmøguligt í søguni veruligt og kortini als onki. Satt at siga er hendan bókinlíka veruligt, sum bøkurnar um lítla og stóra skrímsl.
Bókaframløga í GamlaBókhandli
Mikudagin 19. mars klokkan 16 er bókarframløgaí Gamla Bókhandli, har høvi verður at hoyra meira um bókina og at hittarithøvundan. Okkurt leskandi verður at fáa, og eisini fer Alda SigurdardóttirLamhauge at spæla floytu.
FAKTA UM BÓKINA
Rakel Helmsdal
Hon, sum róði eftir ælaboganum
124 bls./heft við klaffum
Útgávudagur: 15. mars
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags




