Svensk-norska reiðaríi Wallenius Wilhelmsen Logistics hevur fingið eina bót uppá heilar 200 milliónir krónur frá kappingarmyndugleikunum í Japan.
Svensk-norska reiðaríi Wallenius Wilhelmsen Logistics hevur fingið eina bót uppá heilar 200 milliónir krónur frá kappingarmyndugleikunum í Japan.
Wallenius Wilhelmsen Logistics fær bótina fyri at hava brotið kappingarlógina í Japan. Myndugleikarnir meina at fyritøkan, í samstarvi við onnur í vinnuni, hava forða fyri kapping við at samstarva um fraktprísirnar, skrivar vinnusíðan E24.no.
Hetta samstarvið skal hava verið í tíðarskeiðnum 2008 til 2012.
Bótin uppá umleið 200 milliónir krónur er knýtt til ólógligt samstarv í samband við flutning av bilum frá Japan til Evropa.
Myndugleikarnir í Japan hava eisini kannað EUKOR Car Carriers, har norska fyritøkan Wilhelmsen eigur 40 prosent. Men tann ákæran er verður av ongum.




